19 flogskiparar uppsagdir

 

19 flogskipararar hjá Atlantsflogi teljast millum tey 90 starvsfólkini, ið verða uppsøgd orsakað av koronasmittuni.

Tað váttar Johan í Nirðistovu, ið er nevndarlimur í Flogskiparafelag Føroya, fyri bæði Kringvarpinum og Dimmalætting á middegi í dag.

Atlantic Airways hevur um 240 fólk í starvi, men í farnu viku gjørdist greitt, at um 90 teirra máttu sigast úr starvi orsakað av koronakreppuni.

Við Kringvarpið segði Johan í Nirðistovu, at uppsagnartreytirnar vórðu partvís virdar. Uppsagnarkunningin skuldi verða givin 14 dagar undan uppsøgn, men sambært Johan í Nirðistovu fingu flogskipararnir ikki boð, um hvussu nógvir flogskiparar skuldu sigast upp, fyrr enn fríggjakvøldið.

Meira verður at frætta seinni.