19 ára gamal læt lív

Tíðliga í gjárkvøldið hendi ein ferðsluvanlukka innan fyri bygdina á Skála, sum kostaði einum 19 ára gomlum manni úr Skálafirði lívið

FERÐSLUVANLUKKA

Vanlukkan hendi, tá tveir bilar – annar á veg úteftir og hin á veg inneftir – stoyttu frontalt saman.
Støðleiðarin á politistøðini í Runavík, Hallgrím Hansen, sigur, at tað var bilurin, ið koyrdi úteftir landsvegnum, sum av eini ella aðrari orsøk kom út í vinstru síðu á vegnum, tá bilarnir møttust og stoyttu saman.
Trý fólk vóru øðrum bilinum, og tað var førarin, sum var einsamallur í hinum bilinum, sum læt lív í vanlukkuni.
Øll fýra, sum gjørdust partur av hesi syrgiligu ferðsluvanlukku, endaðu á Landssjúkrahúsinum.
Hallgrím Hansen, støðleiðari, sigur, at tann eini persónurin nú er útskrivaður, meðan hinir báðir framvegis eru innlagdir.
Hann sigur, at onkur hevur verið undir skurði, men tey, sum framvegis eru á Landssjúkrahúsinum, eru ikki i lívsvanda.
Støðleiðarin sigur, at greiða er ikki fingin á, hví vanlukkan hendi.
- Bilarnir verða nú kannaðir hjá Akstovuni, og her verður eisini hugt eftir, um onkur orsøk kann vera til, at annar bilurin kom út í skeiva síðu á vegnum, sigur Hallgrím Hansen.