Fyri løtu síðan fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur er í einum sethúsum í J. C. Svabosgøtu í Havn - ella í Hornabø, sum siga um hesar leiðir.
- Vit eru á staðnum, og tað er sløkkiliðið og sjúkrabilur eisini. Vit heita á fólk og bilførarar um at halda seg burtur, so átaksarbeiðið ikki verður tarnað.
Vaktleiðarin hevði ikki meira at siga um eldin beint nú, men at talan er um eini sethús á leiðini við Kiosk Activ - ella yvir av Hornahúsunum.
Meira verður at frætta seinni.
Lesið eisini -
Løgreglan heldur at øll sluppu út úr húsunum - https://www.in.fo/news-detail/loegreglan-heldur-at-oell-sluppu-ur-husunum
##med2##
##med3##