19. umfar er av!

Klokkan 14.45:

FC Suðuroy ? B36 2-1 (0-1)

Dómari: Lars Müller

18. min: Útiliðið er á odda! Klæmint Matras stútar frísparksinnlegg frá Hjalgrím Elttør í netið. Innleggið kom úr høgru síðu, og tað er ikki heilt óuppiborið, at B36 er á odda, tí teir hava verið vandameira liðið.

45. min: Hálvleikur!

50. min: So er javnleikur! Jón Krosslá Poulsen skorar við beinleiðis frísparki. Eftir málið hjá B36 kom FC Suðuroy betur við í dystin, og nú eftir steðgin eydnaðist teimum at javna.

83. min: FC Suðuroy hevur lagt seg á odda við máli frá Mamuka! B36 hevur í stóran mun spælt við langum bóltum, meðan heimaliðið hevur víst størri vilja. Tað hevur nú givið úrslit!

90. min: Liðugt! FC Suðuroy hevur vunnið á B36. Eitt ungt og viljasterkt suðuroyarlið basti havnarmonnum, sum harvið hava fingið trý stig fyri triðju ferð í ár.

 

--

 

Klokkan 15.00:

 

AB ? ÍF 1-4 (1-2)

Dómari: Petur Reinert

17. min: Dion Splidt hevur ilt í fótinum og má fara út. Ingvard Vang kemur inn í hansara stað á høgra vongi.

31. min: Evrard Blé má berast av vøllinum, men kemur seg. Tað er tó greitt, at hann ikki er 100 prosent.

35. min:0-1: Bartal Eliasen legði gestirnar á odda eftir horna.

42. min: Jan Ellingsgaard økir um leiðsluna fyri ÍF við skoti úr horninum á brotsteigarmarkinum. Hetta er ikki gott hjá AB!

45. min: Mortan úr Hørg minkar um munin fyri AB eftir innlegg úr høgru. Sera umráðandi mál beint undan steðginum.

45. min: Hálvleikur! AB hevur til tíðir verið betra liðið og skapt fleiri møguleikar, men hepni fylgir ikki botnliðnum. ÍF hevur hinvegin tikið av, tá teir hava fingið møguleikarnir.

46. min: AB hevur gjørt eina útskifting. Evrard Blé er so mikið skaddur, at hann ikki klárar at halda fram. Inn kemur Tróndur Sigurðsson, sum fer á fremsta plássi, meðan Nikolaj Eriksen tekur álopskenda miðvøllin fyri Blé. AB hevur harvið longu brúkt tvær av teimum trimum útskiftinginum.

50. min: Øssur Dalbúð økir fyri ÍF so støðan er 1-3. Ein høgur bóltur verður sendur upp um verjuna, málverjin kemur út og men røkkur ikki bóltinum, og so stútar Øssur Dalbúð í netið.

81. min: Andy Olsen økir um leiðsluna til 4-1! Eftir kontraálop har Nenad sendi innskifta Andy Olsen avstað, gjørdi Andy ikki mætari enn at lyfta bóltin í einum bleytum boga upp um málverjan, tá hann var staddur nakað uttan fyri brotsteigin.

90. min: Liðugt! ÍF vann og harvið er AB botnliðið í Vodafonedeildini, tí FC Suðuroy vann.

 

AB: Símun Rógvi Hansen - Mortan úr Hørg, Tehe Aristide, Gunnar Haraldsen, Yohan Borðoy - John Hansen, Kenneth Jacobsen, Evrard Blé - Dion Splidt(Ingvard Vang 17.min), Jákup P. Dam, Nikolaj Eriksen

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Høgni Zachariassen - Karl Løkin, Fritleif í Lambanum, Frank Poulsen - Nenad Saric, Jan Ellingsgaard, Øssur Dalbø

 

--

 

Víkingur ? B71 5-0 (1-0)

Dómari: Bárður Mortensen

8. min: Víkingur á odda! Bólturin varð fluttur upp í høgru síðu, spældur tvørtur um í vinstru síðu, har Hanus Jacobsen fekk hann. Øll roknaðu við einum innleggi, men Hanus smekkaði til úr spískum. Málverjin átti kanska at vart fyri skotinum.

40. min: Tað hendir ikki tað stóra í Sarpugerði í Gøtu. Bæði liðini hava trupult við at fáa spælið at hanga saman, og flestu málroyndirnar eru lítið vandamikil langskot.

45. min: Hálvleikur!

50. min: 2-0 og eitt frálíkt mál. Nenad Stankovic dregur fram eftir miðum vølli, leggur út í borði til Finn Justinussen, ið leggur bóltin aftur til miðvallarleikaran, sum smekkar bóltin í kassan umvegis tvørtræið.

58. min: Páll Klettskarð økir fyri Víking, tá hann fær bóltin í brotsteiginum og sendir framvið Markovic.

60. min: Páll Klettskarð skorar enn einaferð, tá hann stútar hornaspark í netið.

61. min: Páll Klettskarð verður skiftur út fyri Kaj Leo í Bartalsstovu.

68. min: Bæði liðini hava skift út. Petur Dalbø hevur loyst Sverra Jacobsen av hjá Víkingi. Hjá B71 eru Tummas Hans Rubbeksen og Jóhannis Jensen farnir av vøllinum fyri Boga Hermansen og Madz Hentze.

85. min: Símin Hansen fær næsta gula kortið og má av vøllinum. Hann hevur sum tann einasti sandoyingurin megnað at hótt Víking eitt sindur, men nú hann varð vístur av vøllinum, røkist lítið fyri at B71 fer at gera nakran vørr.

90. min: Finnur Justinussen skorar við brotssparki og staðfestir soleiðis stórsigurin hjá Víkingi.

90. min: Liðugt!

 

Víkingur: Geza Turi ? Sverri Jacobsen, Erling Jacobsen, Niclas Niclasen, Hanus Jacobsen ? Bárður Hansen, Sam Jacobsen, Nenad Stankovic, Sølvi Vatnhamar ? Finnur Jústinussen, Páll Klettskarð

AB: Predrag Markovic ? Bojan Zivic, Jóhannis Jensen, Allan Tungá, Tummas Clementsen ? Ebbe Kristin Thomsen, Danilo Kovasevic, Marko Stanic, Símin Hansen, Mikkjal Hentze ? Tummas Hans Rubbeksen.

 

--

 

HB ? B68 1-0 (1-0)

Dómari: Mattias Nymann (svii)

1. min: HB er á odda! Andrew av Fløtum legði hornaspark innfyri, sum íslendski verjuleikarin Tórður Hreiðarsson stútar í netið. Beint frammanundan hevði Símun Samuelsen roynt seg við langskoti úr 40 metrum, sum brast á tvørtræið.

20. min: B68 er komið innaftur í dystin og trýstir HB, sum eftir frálíku byrjanina ikki tykist at vera serliga hóttandi.

40. min: Hóast HB hevur verið undir trýsti stóran part av fyrra hálvleiki, so eru tað kortini vertirnir, sum eru vandameira liðið.

42. min: Kári Nielsen og Símun Samuelsen hava fingið gult kort.

45. min: Ndende fær beinleiðis reytt kort! Símun Samuelsen verður takklaður nakað ófantaliga aftani frá, og tað revsar dómarin við eini útvísing. Hetta er steinur omaná byrðu hjá B68.

45. min: Hálvleikur!

46. min. Andrew av Fløtum hevur fínan møguleika at økja um leiðsluna, men er ikki nóg avgjørdur.

76. min: Fróði Benjaminsen fær bóltin í netið, men linjuverjin hevði flaggið á lofti, so málið varð av ongum. Tað er framvegis 1-0 til HB, sum spælir við einum manni fleiri, tí Ndende sá reytt í fyrra hálvleiki.

 

HB: Tórður Thomsen, Tórður Hreiðarsson, Rógvi Holm, Fróði Benjaminsen, Kári Nielsen, Símun Samuelsen, Andrew av Fløtum, Levi Hansen, Hendrik Rubeksen, Rógvi Poulsen og Vagnur Mohr Mortensen

B68: Vlada Filipovic, Pól Johannus Justinussen, Jóhan Dávur Højgaard, Øssur Hansen, Ndende Adama Gueye, Remi Langaard, Jóhan Petur Poulsen, Kristian Anton Andreasen, Ahmed Keita, Andre Olsen og Ibrahima Camara.

 

--

 

Støðan í Vodafonedeildini undan hesum fýra dystum:

NSÍ 39

HB 31

EB/Streymur 30

ÍF 28

Víkingur 27

B36 24

B68 19

B71 16

AB 11

FC Suðuroy 11