1900 føroyingar í kór: Danmark er er deeeejligt land!

Shu bi duga. Tað prógva teir til fulnar hesa løtuna, 1900 føroyingar syngja ?Danmark er et deeeejligt land? av fullum lungakapasiteti. Her sigra báðir partar. Shu Bi Dua við teirra parodiska sangi um nakað so álvarsligt sum ozonlagið. Føroyski áhoyrarin við at taka tjúkku sjálvironiina til sín.

Niclas Johannesen


Tað er fríggjakvøld á Hálsi. Her er millennium veitsla og promillan varierar frá ?Heyyyy! eg eri í góðum lag? til ?eg minnist onki?.

?Dav, dav, dav, dav... det er ikke genialt, men det er ærlig talt?. Tað bera tvætl. Tað reina gass. Men intelligent, kortini. Ja, snilt. Banalt og genialt, um tú vilt.

Ongin í danska kongaríkinum dugir betur enn Shu Bi Dua at taka eina klisjé, snara henni í egnum raspi, og so fáa eitt heilt fólk at eta rættin.

Soleiðis er bólkurin vorðin donsk fólkaogn, og við í keypinum eru 18 oyggjar í Norðuratlantshavi. Minnist sjálvur, hvussu eg sum ungur keypti Shu Bi Dua og sat og lurtaði eftir ?Erik Den Røde? og sanginum um ?Askepot?.

Útgávurnar hava altíð ljóðað serstakliga væl. Og soleiðis er eisini hetta kvøldið á Nabb. Shu Bi Dua er eitt knallgott orkestur. Bassur og trummur klistra saman og pumpa pulsin ósvitaliga beinrakið út í salin. Nýggi guitarleikarin spælir framúr væl. Hetta vísir hann eitt nú, tá hann syngur unisont við eini jazz-solo miðskeiðis í konsertini.

Og so er tað Michael Bundesen, maðurin við tí deiliga væl klingandi røddini. Uttan Bundesen var Shu Bi Dua meinginsleyst. Ikki tí hann syngur so væl, men tí hann tykist so fantastiska trúverdigur. Hann hevur skálkin aftan fyri oyra og hansara tóni er aldrin herskin. Júst sum tekstirnir hjá Shu Bi Dua. Teir kunnu saktans skriva sangir, ið onkursvegna snúga seg um stórar alheims trupulleikar, men teirra missión er ikki at siga fólki, hvat er politiskt rætt ella skeivt. Shu Bi Dua gevur fólki rættin at flenna at øllum ? eisini sær sjálvum.

Dygga føroyska innlit í danskt mál ger, at Shu Bi Dua kunnu eksporterast til Føroya og mýkja føroyskar láturvøddar. Tað gjørdu teir til UG fríggjakvøldið í Tórshavn.