1950 fólk í tjaldi við Gøtugjógv

- Fólk, sum koma á tjaldingarøkið, skulu bæði hava band til tjalding og festivalin, tí tað eru bert fólk, sum hava atgongd til festivalin, sum kunnu búgva í tjaldi og soleiðis hava atgongd til økið, sigur Kristfríð Tyril, samskipari av G! Festivalinum

TVEY BOND

Stórur eftirspurningur hevur verið eftir tjaldingarplássum til G! Festivalin hesaferð, og fyriskipararnir hava havt bíðilistar við fólki, sum ynskja sær tjaldingarpláss.
- Vit meta, at pláss er fyri 500-600 tjøldum og hava soleiðis roknað út, at pláss verður á økinum fyri umleið 1950 fólkum.
Tað sigur Kristfríð Tyril, sum er samskipari av G! Festivalinum.
Mánakvøldið, tá vit tosaðu við hana, var tó torført hjá henni at siga ítøkiliga, hvussu fór at verða við tjaldingarplássi til øll tey, sum hava biðið um pláss – og tey, sum standa á bíðilista.
- Hetta veldst eisini um, hvørt onkur hoppar frá og um fólk, sum vilja verða á tjaldingarplássinum, ætla at hava tjald við sær ella ikki, sigur hon.

Betri skipan
Kristfríð vísir á, at tjaldingarøkini eru betri uppmáld í ár enn onnur ár, og neyvt er ásett, hvussu økini verða skipað, eitt nú við trygdargeirum, sum er ein partur av trygdini og skipanini.
Hon sigur, at tað verður ÍF í Fuglafirði, sum kemur at taka sær av vaktarhaldinum á økinum, og talan verður um eini 70 fólk, sum eftir einari skipan koma at taka sær av hesum.
- Ein skúlaflokkur á Kambsdali kemur aftur í ár at henta fløskur og annað – og afturfyri hetta arbeiði, sum tey gjørdu so væl í fjør, sleppa tey at eiga fløskurnar, sigur Kristfríð.
Hon vísir á, at fólk, sum koma á tjaldingarøkið, skulu hava tvey bond – eitt til tjalding og eitt til festivalin.
- Tað eru bert fólk, sum hava atgongd til festivalin, sum kunnu búgva í tjaldi og soleiðis verða á tjaldingarøkinum, sigur Kristfríð Tyril, samskipari.