Danske Bank hevur í morgun kunngjørt, at um trý ár verða starvsfólkini í bankanum 2.000 færri enn í dag. Í sama viðfangi hevur bankin kunngjørt, at hann fer at lata einar 130 deildir kring landið aftur.
Samtíðis er avgjørt at hækka partapeningin sjey milliardir krónur fyri at fáa meiri pengar í kassan, sum er neyðugt fyri at bøta um kredittvirðið hjá bankanum. Teir størstu partaeigararnir í bankanum hava játtað at seta seg fyri hvør sín lutfalsliga part av teimum nýggju partabrøvunum.
Greinarar siga, at Danske Bank hevur havt tann trupulleika, at avlopið hevur verið ov lítið, og at eigararnir hava ikki fingið nakað burturúr at eiga bankan. Hesi viðurskiftini skulu broytast nú.
Teir størstu partaeigararnir í Danske Bank eru A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal, A.P. Møller - Mærsk, Realdania og Cevian Capital II Master Fund.