2.335 uppsøgd hjá Vestas

Danska vindmyllufyritøkan Vestas kunngjørdi í morgun eina spariætlan, sum hevur við sær, at 2.335 starvsfólk missa arbeiðið. Av teimum uppsøgdu arbeiða 1.300 í Danmark.

Stjórin í Vestas, Ditlev Engel, segði í morgun, at við uppsagnunum fer fyritøkan at spara umleið eina milliard krónur, og hann legði afturat, at avgerðin er neyðug, hóast hon var sera trupul.

Uppsagnirnar raka meint nógvastaðni í Danmark. Í Varde letur ein deild hjá fyritøkuni aftur, og uppsagnirnar raka harumframt deildirnar í Aarhus, Hammel, Lem og í Ringkøbing. Á deildunum uttan fyri Danmark er talan um uppsagnir í Spania, Týsklandi, Svøríki, Italia, USA og Kina.