2. deildarliðið bjargaði degnum hjá EB/Streymi

(FM1) Tað gjørdist ein blandaður dagur hjá EB/Streymi, har 2. deildarliðið vann sær uppflyting og besta liðið tapti ímóti Suðringum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var á FM1 við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham, ið sá sínar menn tapa 1-2 ímóti Suðringum við Stórá í Trongisvági í dag.

 

Fyri Heðin Askham og hini í EB/Streymi gjørdist talan um ein ógvuliga blandaðan dag. 2. deildarliðið hjá EB/Streymi vann sær uppflyting upp í 1. deild við einum 8-1 heimasigri ímóti Undrinum, men tað hálaði niður, at betrideildarliðið tapti ímóti Suðringum.

 

Heðin Askham staðfestir, at tað er ein afturvendandi trupuleiki hjá EB/Streymi, at teir tapa ov nógvir dystir ímóti liðunum í lægra endanum av stigatalvuni. EB/Streymur hevði sama trupuleika í fjør.

 

Heðin Askham iðrar seg um tapið í dag. Hann heldur, at liðið stríddist væl, og kom eisini aftur beinavegin tá Suðringar komu á odda 1-0, men í seinna hálvleiki gekk minni væl hjá EB/Streymi. 

 

HERber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Suðringum, Glenn Ståhl.