Síðsti dagurin á ársins G! festivali er komin í helvt. Inntil nú hevur ikki so nógv verið á skránni, men lagið er gott, og fólk tykjast eisini at hava tað gott.
Av tí, sum hevur verið í dag, er vert at nevna matvetsluna, ið var á sandinum kl. 17 fyrr í dag. Eins og í fjør og fyrraárið bjóðaði festivalurin ókeypis fisk til allar svangar festivalgestir. Í ár var tað makrelur, sum bleiv serveraður, og upprunaliga skuldi hann blivið grillaður, men orsakað veðrinum varð hann gjørdur til suppu í staðin. Við rækjum, piparfrukt, róma og øðrum smakkaði makrelsuppan útmerkað væl, og gagnaðist hon væl í føroyska veðurlagnum.
Fleiri og fleiri leggjast aftrat festivaløkinum. Veðrið er okay. Kanska tað rættasta er at siga, at talan er um føroyskt veðurlag. Eitt sindur av sirmi viðhvørt, men eisini turt stóran part av tíðini. Hann sigur frá eitt sindur av regni seinni í kvøld, so kanska ein hugsar um at lata seg í hóskandi klæði, áðrenn farið verður á festival.
Seinni í kvøld kunnu fólk gleða seg til Símun úr Konoy, Dánjal, Marius Ziska, Spælimenninir, Sister Sledge og annað.