2. Innleiðandi FM-kapping fyri ung í Sandavági

Telvað verða 8 umfør, har hvør telvari hevur 10. min. til hvørt talvið. Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í hvørjum aldursbólki. Byrjað verður kl. 14. Telvað verður í SÍF-húsinum. Seinasta freist at melda luttøku, er fríggjakvøld 14. november 2008, skrivar Talvsamband Føroya.