- Í frálíka heystarveðrinum í morgun sást heldur undrunarvert akfar í býarmyndini. Nú, tá smáu lastbilarnir plaga at hava lastina fulla av seyði til slaktingar, sást ein tílíkur í staðin hava eina stóra mastur standandi í lastini.
Tað skrivar heimasíðan hjá Tvøroyrar kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at hetta vísti seg at vera bilurin hjá Google Streetview, sum koyrdi runt og tók myndir av kommunalu vegunum í býnum.
- Handan róðrið sat Róin Hentze úr Sumba. Hann greiddi frá, at teir hava tikið umleið 20.000 myndir í oynni. Tvøroyri var seinasta strekkið, teir avmyndaðu í Suðuroy - og so er oyggin klár at leggja út á heimsfevnandi kortmiðilin.
Sambært heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu greiddi Róin Hentze eisini frá, at alt er sjálvvirkandi, og at myndatólið tekur eina mynd umleið annað hvørt sekund.
- Væntandi verða allar Føroyar á Google Streetview í 2017. Stuttliga átakið SheepView bar ávøkstur, og spennandi verður at vita, um hetta fer at hava broytingar við sær í føroysku ferðavinnuni, verður lagt aftrat.