- Hóast veitt varð lívbjargandi fyrstahjálp, tá tyrla fleyg ungu menninar á skaðastovu, vísti hvørgin teirra lívstekin, segði Brian Thomsen á tíðindafundinum í dag. Myndina eigur: KNR.gl

22 ára gamlir lótu lív á kavaskutara í Grønlandi

Í dag hevur Grønlands Politi hildið tíðindafund um eina vanlukku, sum hendi nærindis grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, seinnapartin í gjár.

 

- Hóast veitt varð lívbjargandi fyrstahjálp, tá tyrla fleyg ungu menninar á skaðastovu, vísti hvørgin teirra lívstekin, segði Brian Thomsen á tíðindafundinum í dag. Myndina eigur: KNR.gl

Talan var um tveir ungar menn, báðir 22 ára gamlir, sum á kavaskutara endaðu í einum skalvalopi - ella einari lavinu, sum tey rópa tað.

 

Sambært Brian Thomsen hjá Grønlands Politi varð stórt bjargingarátak sett í verk eftir hendingina, og her luttóku bæði løgregla, Arktisk Kommando, sjálvboðin frá einum kavaskutarafelag og átaksfólk í økinum.

 

Brian Thomsen greiddi frá, at løgreglan fekk boð um vanlukkuna klokkan 17.20 seinnapartin í gjár. Hann segði, at fleiri enn 10 fólk vóru við á ferðini saman við teimum báðum, sum lótu lív.

 

- Menninir, sum lótu lív, høvdu røttu trygdarútgerðina, men hetta var ikki nóg mikið til tess at bjarga teimum.

 

Hann segði, at eftir vanlukkuna varð hin fyrri maðurin funnin, tá bjargingarfólk høvdu grivið í umleið ein tíma, og hin seinni varð funnin, tá teir høvdu grivið umleið ein tíma aftrat.

 

- Hóast veitt varð lívbjargandi fyrstahjálp, tá tyrla fleyg teir báðar á skaðastovu, vísti hvørgin teirra lívstekin, segði Brian Thomsen á tíðindafundinum, og tað er Sermitsiaq, sum endurgevur.

 

 

 

- Hóast veitt varð lívbjargandi fyrstahjálp, tá tyrla fleyg ungu menninar á skaðastovu, vísti hvørgin teirra lívstekin, segði Brian Thomsen á tíðindafundinum í dag. Myndina eigur: KNR.gl