20 ára hátíðarhald verður í Sunda kommunu

- Tá ársdagurin verður hildin, verður millum annað felags morgunmatur, hoppiland, fyrilestur, pubquiz, køkuborð, opið hús og ymiskt annað

 

Vikuskiftið, 7.-9. mars, verður hátíðarhildið, at Sunda kommuna hevur 20 ár á baki, og hetta vikuskiftið verður ein røð av savnandi tiltøkum í kommununi.

 

Í 2004 løgdu seks kommunur saman í eina kommunu.

 

- Samlaða Sunda kommuna tók við hin 1. januar 2005. Síðan tá hevur kommunan verið í rúkandi menning, og fólkatalið er vaksið munandi.

 

Soleiðis siga tey í Sunda kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at á skránni, tá ársdagurin verður hildin, verður millum annað felags morgunmatur, hoppiland, fyrilestur, pubquiz, køkuborð, opið hús á kommunuskrivstovuni og ymiskt annað.

 

- Endalig skrá kemur út seinni í mánaðinum, siga tey í Sunda kommunu í dag.