20 deyð av bumbu í Afghanistan

Í Afghanistan doyðu í minsta lagi 20 sivilfólk, sum vóru í tveimum smáum bussum, tá ein vegjaðarabumba brast tætt við bussarnar tíðliga í morgun. Myndugleikarnir siga, at bæði kvinnur og børn vóru í bussunum, sum vóru á veg til býin Moheyddin í landspartinum Herat.

Vegjaðarabumbur, sum ofta eru gjørdar burtur úr gomlum lóðuri, hava kostað fleiri hundrað útlendskum hermonnum í Afghanistan lívið, men tær hava eisini kravt nógv sivil mannalív. Taliban og aðrir víðgongdir felagsskapir brúka ofta hetta slagið av bumbum, og myndugleikarnir ivast heldur ikki í, at tað var onkur tílíkur felagsskapur, sum skipaði fyri spreingingini í morgun.

Stutt undan spreingingini í Herat brast ein sjálvmorðsbumba við eina amerikanska herstøð í Paktia-landspartinum. Tveir afghanskir trygdarmenn doyðu.