20 ár síðan fyrstu ferðina hjá Dianu Wictoriu

21. juli 1984 gjørdi Ove Joensen í Nólsoy sína fyrstu roynd at sigla til Danmarkar við báti sínum Dianu Wictoriu. Triðja royndin eydnaðist, tá hann 11. august 1986 kom til Longulinju í Keypmannahavn

 Tað var sum á Ólavsøku á Kongabrúnni tann dagin, tá Ove legði frá landi á Bursatanga. Stúgvandi fult av fólki, sum søgdu honum farvæl. 
 
Hendan túrin kom hann bert til Hetlands. Árið eftir gjørdi hann enn eina roynd, tá hann fór av Bursatanga 25. juli 1985. Tá kom hann eisini bert til Hetlands.
 
Triðju ferð eydnaðist. 1. juli 1986 fór hann avstað úr Nólsoy, og 11. august kysti hann havfrúnna á Longulinju í Keypmannahavn: Ein stórsligin móttøka var gjørd fyri honum, har yvirborgarstjórin í Keypmannahavn, Egon Weidekamp, og bygdaráðsformaðurin í Nólsoy, Napoleon Hansen, hildu røðu.
 
Ove gjørdist bert 38 ára gamal. Hósdagin 26. november 1987 funnu froskmenn líkið av honum á Skálafjørðinum, eftir at hann hevði verið saknaður í tvey samdøgur.  Hann var farin við Dianu Wictoriu úr Runavík týskvøldið 24. november. Jarðarferðin var í Nólsoy sunnudagin 29. november.
 
Kelda: Bókin: Ove (sum kom út í 1989)