20 sjómenn fingið prógv í Klaksvík

Talan er um átta skiparar og 12 skipaatstøðingar

Nú um dagarnar hava próvtøkur verið á Sjónámi í Klaksvík, har 20 sjómenn fingu prógv.

Talan er um átta skiparar og 12 skipaatstøðingar, sum hava tikið prógv.

 

Skipararnir eru: Aftara rað frá vinstru á myndini niðanfyri: Ragnar Ludvig, deildarleiðari á Sjónámi, Egil Leivsgarð, Klaksvík, Páll Holm, Rituvík, Tórður Tummasson Lervig, Klaksvík og Pauli Jacobsen, Sørvági.

Fremra rað frá vinstru á myndini niðanfyri: Jørleif Fornagarð, Fuglafirði, Hermóður Urbanus Olsen, Klaksvík, Eli Frederiksberg, Nes og Jacob Justinussen, Leirvík.

Egil Leivgarð og Pauli Jacobsen fingu virðisløn frá JFK og Norðoya Sparikassa fyri góð avrik. Egil Leivsgarð fekk harumframt virðisløn frá Skipara- og Navigatørfelganum fyri framúr avrik.
 

Nýggju skipaatstøðingarnir eru: Aftara rað frá vinstru: Ragnar Ludvig, deildarleiðari á Sjónámi, Walter Eysturdal Nysted, Klaksvík, Jákup Debes Joensen, Hoyvík, Bogi Sørensen, Porkeri, Jonn Lydersen, Miðvági, Fríði Potts, Norðskála, Sørin Kallsgarð Sørensen, Viðareiði og Ásmund Sverri Gaardlykke, Glyvrar.

Fremra rað frá vinstru: Rúni Hansen, Fuglafirði, Ari Eyðunsson Thorsvig, Hoyvík, Hallgrím Gregersen Hansen, Gøtu, Jóhannes Simonsen, Hvannasund og Magnus Michalsen, Norðdepli.
Regin Sivertsen er ikki við á myndini.
 


Jonn Lydersen og Sørin Kallsgarð Sørensen fingu virðisløn fyri góð avrik frá Bank Nordik og Eik Banka.

 

Niðanfyri eru myndir av teimum báðnum flokkunum, sum hava tikið prógv á Sjónámi í Klaksvík