200.000 fyri planerað grundstykki

- Vit arbeiða við einari heildarætlan um býarplanlegging, ið fevnir um øll øki í kommununi.

 

Fuglafjarðar kommuna, sum umframt Fuglafjørð, eisini fevnir um Kambsdal og Hellur, arbeiðir við einari heildarætlan um býarplanlegging, og her verður arbeitt við øllum økjum í kommununi.

Í hesum sambandi ætlar kommunan at leggja út á sína heimasíðu leypandi kunning um tøk grundøkir. Í dag verður víst á, hvørjir møguleikar í løtuni eru fyri sethúsabygging á Kambsdali.

Á Kambsdali eru planerað grundstykki, soleiðis sum viðheftu myndir vísa, og her eru tekniskar leiðingar lagdar til økið, eitt nú vatn, kloakk, el og telefonleiðingar.

Í Fuglafjarðar kommunu vísa tey á, at á Kambsdali er felags vatnreinsiverk, og kommunan er eisini í holt við at víðka um útstykkingina á Kambsdali.

- Kostnaðurin fyri grundstykkini á Kambsdali er 200.000 krónur, siga tey í Fuglafjarðar kommunu, sum annars vísir til neyvari kunning við at venda sær til kommununa.

##med2##