Í nakrar dagar mitt í august, verður tað ein vanlig sjón at síggja fólk renna runt ymsastaðni í Havnini og í Nólsoy við korti og kumpas.
Tað er felagið fyri frælsan ítrótt í Havn, Hvirlan, sum skipar fyri viterenning í Føroyum í døgunum 6. til 10 august.
Sigurd Lamhauge, sum er ein av fyrireikarunum, sigur, at tey vænta einar 200 rennarar úr øðrum londum til kappingina, helst rennarar úr hinum norðurlondum. Harafturat koma so teir føroyingarnir, sum melda seg til.
Hvirlan er við í The North Atlantic Orienteering Championships, NATLOC, sum skipar fyri vitarenning í londunum her í útnorðri.
- Roynt verður eisini at gera vitarenning til ein part av ungdómsarbeiðinum hjá Hvirluni. Endamálið er at renna uttanfyri rennibreytina og at læra luttakararnar at renna í fjøllum, og at finna runt við kort og kumpas, sigur Sigurd Lamhauge.
- Hetta kann gerast sum ein kapping, har postar verða fjaldir og so skulu luttakararnir finna teir við at brúka kort og kumpas.
Men nú verður kappingin broytt eitt sindur. Ætlanin er at nú skal kappingin ikki ferðast ímillum londini, men vera í einum landi. Í ár verður hon so í Føroyum og næsta ár verður hon í Grønlandi.
Sigurd Lamhauge sigur, at kappingin varar í fimm dagar og í hesum sambandi er eitt serlig kort gjørt til høvið. Mikudagin 6. august verður kappast runt um í Hoydølum. Hósdagin 7. august er útferðardagur og fríggjadagur, 8. august, er býarsprint á skránni, har runnið verður runt í allari Havnini.
Sigurd Lamhauge sigur frá rennarum úr hinum londunum, at teir halda, at Havnin er ein sera spennandi býur at renna. - Tað er serliga tí at nógvar gøtur og og nógv hús í Havn, eru ikki skipað og teknað við linial. Her eru tvørtur ímóti nógvar skeivar og trongar gøtur, ið mangan eru ringar at finna hjá fólki ið ikki eru kend i býnum, sigur hann.
Sigurd Lamhauge sigur, at longu nú hava 120 normenn meldað til og afturat tí vænta tey einar 40 til 60 rennarar afturat úr ymiskum ørðum londum.
- Tilsamans vænta vit, at tað vera einir 200 útlendskir rennarar viði kappingini, umframt teir Føroyingar ið eisini melda til, sigur hann. |
Vitarenning er ikki so øgiliga kend ítrótt í Føroyum, men í youtube brotinum, sæst ein upptøka frá kappingini í Havn í 2012.