2000 fólk til laksatorg í Runavík

SØLA: Tað var lítil munur á at vera á marknaðardegi í suðurlondum, og tí at vera til laksa- og sølutorg í Runavík í gjár.

Her var alt gjørt, til tess at skapa røttu karmarnar bæði til børn, ung og vaksin. Og ongatíð áður hava so nógv fólk verið at sæð til hetta afturvendandi tiltakið.

Sambært heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu verður mett, at eini 2000 fólk vóru til hetta tiltakið í góðveðrinum ígjár.

Her kundi ein millum annað keypa heimavirkaðar lutir; ein kundi fáa ókeypis smakkiroyndir av laksi; her var djóragarður, málningaframsýning, matsøla og loppumarknaður og mangt annað.

Ein pallur var eisini gjørdur til framførslur av tónleiki, og her vóru alskyns góðir tónleikarar, millum onnur tann fløguaktuelli Beinir T. Rasmussen. Annars framførdu Tóki Joensen, Óvita Blues Band, Rógvi og Vinir, Xperiment v/ Sigrið Sivertsen og and enda Døgg Nónsgjógv og Hans Jacob Kollslíð.

Endamálið við Laksa- og Sølutorginum er at skapa trivna fyri fólki í økinum. Og tað eydnast helst eisini til fulnar í gjár!

(Mynd: runavik.fo)