2007 snið hjá Barbaru í Gongini

Á altjóða mótapallinum er Barbara í Gongni eitt av fremstu føroysku umboðunum. Hennara snið eru vird víða um. Í hesum døgum verða partar av 2007 kollektiónini hjá føroyska sniðgevanum víst sum myndafrásøgn á planet.fo.

Á altjóða mótapallinum er Barbara í Gongni eitt av fremstu føroysku umboðunum. Hennara snið eru vird víða um. Í hesum døgum verða partar av 2007 kollektiónini hjá føroyska sniðgevanum víst sum myndafrásøgn á planet.fo. Her ber til at síggja nakað av tí nýggjasta innan hennara snið.
Sambært heimasíðu síni sniðgevur Barbara í Gongini klæði, ið venda sær til kvinnur í aldrinum 18-45 ár. Hetta eru kvinnur, ið hava ein modernaðan hugburð og sum vísa sína attitúdu. Hesar kvinnur eru sjónligar og lita sítt umhvørvi, tær seta dagskránna og flyta uttaru mørkini. Við síni útsjónd hátíðarhalda tær fjølbroytni og tað óstøðuga.
Fleiri av sniðunum, ið verða víst fram eru snið, ið Barbara vísti fram á Funky Faroe Islands herfyri.