2019 var eitt gott ár hjá Farcod

P/F Farcod, sum er felagið hjá Mortan Johannesen, sum eigur feløgini Enniberg, Havborg, Ametyst og helmingin av SMS, hevði slakar 25 milliónir krónur í avlopi í 2019.

Tað vísir roknskapurin hjá móðurfelagnum í virkseminum hjá Mortani Johannesen.

Felagið skrivar í roknskapinum, at bruttovinningurin hjá konsernini í 2019 var 124.627.000 krónur í mun itl 93.400.000 kr í 2018.

Úrslitið fyri skatt var eitt yvirskot upp á 24,5 milliónir krónur í mun til 16 milliónir krónur árið fyri.

Felagið skrivar, at sølan hjá feløgunum er í sera stóran mun tengd at, hvørjar kvotur og lyvi verða tilluta feløgunum. Raksturin er í stóran mun ávirkaður av gongdni ío altjóa búskapðinum, eitt nú valutakursum og oljuprísum.

Les eisini: Havborg byggir verksmiðjutrolara fyri 400 milliónir

Í sambandi við framtíðarútlitini skrivar felagið, at stóra óvissan, ið er uppstaðin í sambandi við COVID-19 og óvissan um, hvussu leingi støðan fer at vara ger, at tað er sera trupult á einum nøktandi grundalg at meta um fíggjarligu avleiðingarnar av COVID-19. Sostatt ber ikki til á fullgóðum grundarliag at meta um vánirnar fyri nettosølu og ársúrsliti fyri 2020.

– Men áðrenn COVID-19 støðan íkom, vóru vánirnar viðvíkjandi nettosøluni á sama støði sum í 2019, skrivar felagið.

Farcod keypti í fjør felagið P/F Havborg frá samtakinum hjá Osmund Justinussen.

Fríggjadagin boðaði P/F Havborg frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við skipasmiðju í Turkalandi um bygging av nýgggjum tíðarhóskandi verksmiðjutrolara fyri 400 milliónir krónur.