21 ára gomul á Suðurpólinum á skíðum

Hon er yngsta menniskja nakrantið, sum hevur megnað at rokkið Suðurpólinum á skíðum

21 ára gamla norska kvinnan, Karen Kyllesø, gjørdist í gjárkvøldið yngsta menniskja, sum nakrantíð hevur megnað at komið til Suðurpólin á skíðum.

 

Hon brúkt 54 dagar til ferðina, sum er 1130 kilometrar long. 

 

Pápi hennara, Håkon Kyllesø, váttar yvirfyri norska kringvarpinum - NRK - at dóttirin er komin til Suðurpólin, og ráðgevi hennara, Lars Ebbesen, váttar hetta eisini yvirfyri tv2.no.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at 27 ára gamli, Matthieu Tordeurs, var fram til í gjár hin yngsti, sum hevði rokkið Suðurpólinum á skíðum.