Frákoyrdi forsetin í Suðurkorea, Yoon Suk-yeol, varð handtikin í nátt okkara tíð.
Tað upplýsa suðurkoreansk kanningarfólk, sambært AFP.
Handtøkan varð framd eftir at Yoon fyrst í desember setti stutttíðar undantaksstøðu í gildi í landinum.
Í nátt okkara tíð komu kanningarfólk til bústaði hjá frákoyrda forsetanum í eini roynd at fremja handtøku.
Limir í suðurkoreanska stjórnarflokkinum møttu eisini á bústaðnum, har teir gjørdu eina menniskjaketu í eini roynd at forða kanningarfólkum í at fáa fatur á Yoon.
/Ritzau/