Irakska løgmálaráðið kunngjørdi í morgun, at 21 deyðadømd fólk vórðu tikin av døgum í gjár. Øll 21, teirra millum tríggjar kvinnur, høvdu fingið deyðadóm fyri yvirgangsvirksemi.
Myndugleikarnir í Irak gjørdu av at fullføra deyðadómarnar, sjálvt um mannarættindaleiðarin hjá ST, Navi Pillary, heitti á stjórnina í Bagdad um at ógilda deyðarevsingina.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at myndugleikarnir í Irak avrætta fleiri fólk sama dag. Tann 7. februar vórðu 14 fólk tikin av døgum, og tann 31. januar fingu 17 onnur somu lagnu. Við avrættingunum í gjár eru 91 deyðadómar fullførdir higartil í ár.
Amnesty International hevur funnist hvassliga at Irak, tí at støðugt fleiri fólk verða dømd til deyða av tikin av døgum. Sambært felagsskapinum eru fleiri hundrað deyðadømd fólk í teimum iraksku fongslunum.