28 fólk úr Belgia, teirra millum 22 børn, eru deyð í einari bussvanlukku í Sveis. 24 onnur børn fingu skaða.
Sveisiska tíðindastovan sda skrivar, at vanlukkan hendi í einum tunli í landspartinum Valais har suðuri í Sveis í gjárkvøldið, tá bussurin av einari ella aðrari orsøk brádliga rendi inn í annan tunnilsveggin. Tey fyrstu tíðindini søgdu, at fleiri fólk høvdu fingið skaða, men tað vísti seg skjótt, at støðan var nógv verri.
Sveisisku myndugleikarnir siga við tíðindastovuna Reuters, at 52 ferðafólk vóru í bussinum, og at tey vóru á veg heimaftur eftir at hava hildið frí á einum skíðplássi.
Hetta er onnur bussvanlukkan í Alpunum higartil í ár. Tann fyrra var í februar, tá ein bretskur bussur við skúlanæmingum rendi útav í Fraklandi. Ein maður doyði, og fleiri vórðu illa løstað.