Fyri fyrstu ferð síðani 2. august í fjør vardi Mattias H. Lamhauge málið í einum kappingardysti hjá FC Fredericia.
Frammanfyri einari metstórari áskoðarafjøld á Monjasa leikvøllinum í Fredericia stóð Mattias væl, tá Fredericia mátti lúta 0-2 (0-1) fyri favorittunum, FC Keypmannahavn.
Sæð við føroyskum landsliðsbrillum er tað framúr gott, at Mattias fekk møguleikan aftur.
FCK hevði meira spæl og fleiri málmøguleikar. Mattias bjargaði sera væl í nøkrum støðum. Mattias kundi einki gera í teimum báðum støðunum FCK skoraði málini hjá sær.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum frá Viasat. Á brotinum síggjast tvær bjargingar hjá Mattiasi.
Fredericia hevur trý stig aftaná tríggjar teir fyrstu dystirnar í superliguni.
Sunnudagin 10. august spælir Fredericia dyst á útivølli móti FC Midtjyllandi.