Mánadagin er landsliðið stevnt saman at fyrireika seg til tvær tær næstu uppgávurnar. Tað eru heimadystir ímóti Ukraina og Skotlandi. Fyrri dysturin verður fríggjakvøldið, og tann seinni verður annað mánakvøld.
Nú vera bestu kvinnuligu fótbóltsspælararnir í landinum liðfelagar. Í dag kappaðust tær í landskappingini, og eftir 16. umfar vísir støðutalvan, at meistararnir og FM favorittarnir í KÍ eru tætt við at endurvinna FM heitið, sum verður tað 22., síðani kvinnurnar í 1985 fóru at kappast um FM. KÍ vann FM fyri fyrstu ferð í 1997. Nú tað resta fimm umfør, eru tað átta stig frá KÍ og aftur til næstu avbjóðararnar, sum eru NSÍ og HB. Suðuroyarliðið, sum er nýtt í deildini, hevur enn einki stig vunnið. Tað er rættiliga stutt millum hini liðini. EBS/Skála er á fjórða plássi við 23 stigum, og Víkingur er á sjeynda plássi við 18 stigum.
Í dag lagaði tað seg soleiðis, at KÍ styrkti um sína støðu sum meistarafavorittur. KÍ vann 3-0 á heimavølli ímóti EBS/Skála, sum er einasta liðið, ið fyrr í summar hevur vunnið ímóti KÍ. Tað var 18. juni, tá ið KÍ undir Mýruhjalla legði rygg til 1-0 tap. Í dag var tað KÍ liðformaðurin Sanna Svarvadal, sum miðskeiðis í fyrra hálvleiki og við rimmar langskoti setti hol á. Tíggju minuttir eftir steðgin økti Tóra Mohr um munin til 2-0, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, var tað Tórunn H. Joensen, sum staðfesti trivaliga heimasigurin.
NSÍ og HB hava roynt at hanga í KÍ. Í dag átti HB heimavølli ímóti TB/FCS/Royn, sum fór suður við 6-0 tapi. Rúna Jacobsen skoraði hattrikk og hevur nú skorað fimm mál í ár. Julian Naomi Mortensen, sum hevur verið burturstødd, var í dag fyri fjórðu ferð á HB liðnum í ár, og hon skoraði tvær ferðir – tvey tey fyrstu málini hjá henni í ár. Rebekka Fjallsá Benbakoura, sum eftir langan skaðasteðg er úttikin at vera við á landsliðnum, skoraði fyrsta HB málið í dag.
NSÍ var í Gundadali og spældi ímóti B36. Í fjórða umfari vann B36 2-0 á heimavølli ímóti NSÍ, og í 11. umfari vann NSÍ í Runavík 4-2 ímóti B36. Í dag endaði tað 1-1. Eitt korter undan leikloki legði Jiselle Souza heimaliðið á odda eftir fríspark fram í brotsteigin og eitt sindur av aftur og fram, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat javnaði NSÍ. Málskjútti var Stefani Cabral. Báðir málskjúttarnir eru úr Brasil. Hetta var 13. málið hjá Stefani Cabral, og hetta var triðja málið hjá Jiselle Souza.
Víkingur hevur ongantíð vunnið á útivølli ímóti 07 Vestur, og tað eydnaðist heldur ikki í dag Víkingi at vinna fulla úrtøku. Tað endaði 3-3 í Sørvági, eftir at 07 Vestur tvær ferðir hevði verið frammanfyri við tveimum málum. Átta minuttir undan leikloki gjørdi heimaliðið sjálvmál og so var 3-3. Hini bæði málini hjá Víkingi skoraði landsliðsmiðvallarin Jensa Tórolvsdóttir, sum nú hevur skorað 18 mál.
Hjá 07 Vestur var tað Margit Kwao, sum skoraði til 1-0 og hevur skorað fýra mál, og hini bæði málini skoraði Carol Silva úr Brasil, sum hevur skorað átta mál.
-
KÍ – EBS/Skála 3-0 (1-0)
1-0: Sanna Svarvadal 24.
2-0: Tóra Mohr 56.
3-0: Tórunn Højgaard Joensen 94.
-
07 Vestur -Víkingur 3-3 (3-1)
1-0: Margit M. Kwao 12.
2-0: Carol A. Silva 25.
2-1: Jensa Tórolvsdóttir 27.
3-1: Carol A. Silva 32.
3-2: Jensa Tórolvsdóttir 63.
3-3: Sjálvmál
-
B36 – NSÍ 1-1 (0-0)
1-0: Jiselle Lacerda 68.
1-1: Stefani Cabral 89.
-
HB – TB/FCS/Royn 6-0 (3-0)
1-0: Rebekka Fjallsá Benbakoura 9.
2-0: Julia Naomi Mortensen 16.
3-0: Rúna Jacobsen 39.
4-0: Rúna Jacobsen 58.
5-0: Rúna Jacobsen 67.
6-0: Julia Naomi Mortensen 68.
-
KÍ | 16 | 12 | 3 | 1 | 49 | 8 | 39 |
NSÍ | 16 | 9 | 4 | 3 | 56 | 16 | 31 |
HB | 16 | 10 | 1 | 5 | 52 | 18 | 31 |
EBS/Skála | 16 | 7 | 2 | 7 | 33 | 25 | 23 |
B36 | 16 | 6 | 3 | 7 | 40 | 26 | 21 |
07 Vestur | 16 | 6 | 2 | 8 | 41 | 32 | 20 |
Víkingur | 16 | 5 | 3 | 8 | 50 | 29 | 18 |
TB/FCS/Royn | 16 | 0 | 0 | 16 | 2 | 169 | 0 |
-
17. umfar
Leygardagin 10. september
NSÍ – 07 Vestur
Sunnudagin 11. september
EBS/Skála – B36
Víkingur – HB
TB/FCS/Royn – KÍ