Í gjár fingu 22 næmingar á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy prógv sum heilsurøktarar. Hátíðarhald var á skúlanum seinnapartin í gjár í sambandi við handanina av prógvum.
Ása Mikkelsen, lærari, helt røðu og Jórun Petersen, stjóri á Heilsuskúla Føroya, segði eisini nøkur orð.
Ann Thomsen, sum var ein teirra, ið fekk prógv sum heilsurøktari, segði nøkur orð vegna næmingarnar.
Tveir sangir vórðu sungnir. Annar var ?Nánd?, og hin var ein, sum mæningarnir høvdu yrkt til høvið.
Eftir handanina var ábit í høllini á Skúladeplinum í Suðuroy í Grønadali í Porkeri.