Góð undirtøka er fyri aliráðstevnuni, sum verður á Hotel Føroyum fríggjadagin.
Tað veit Vinnuhúsið at siga í dag.
- Freistin at tekna seg til ráðstevnuna er í morgin, so enn er tíð til at tekna seg, verður lagt aftrat.
Á aliráðstevnuni verða fýra útlendskir gestir, sum fara at halda fyrilestrar, og eisini fara fimm føroyskir granskarar at geva sítt íkast.
Ymiskar tillagingar eru gjørdar í skránni, sum kunnu síggjast á heimasíðuni www.industry.fo