23 leikarar í bruttohópinum til HM-undankapping

A-landsliðið hjá monnum í hondbólti spælir ímóti Litava, Slovakia og Luksemborg í januar

Føroyska landsliðið fer beint eftir jól undir fyrireikingarnar til fyrsta partin av undankappingini til HM í 2021.

Í døgunum 10. 11. og 12. januar hittast Føroyar, Slovakia, Litava og Luksemborg til innanhýsis kapping í Luksemburg. Vinnarin sleppur at halda fram í undankappingini.

Landsliðsvenjarin, Sonni Larsen, hevur tikið 23 leikarar út til ein bruttohóp, sum venur fyrstu ferð 28. 29. og 30. desember.

Ein broyting mátti gerast herfyri, tá ið tað gjørdist greitt, at Áki Egilsnes er skaddur og ikki er tøkur. Í hansara stað eru boð send eftir Vilhelmi Poulsen.

Sí eisini:

Áki skaddur - Ikki tøkur til landsdystirnar

Endaligi hópurin verður úttikin áðrenn hópurin hittist aftur eftir nýggjár. Ein dystarhópur telur 16 leikarar, og teir 23 sum stríðast um plássini eru hesir:

Málverjar
Nicholas SatchwellNeistin
Tórður GuttesenKyndil
Tóraldur KollskerFIF (DK)
Hørður TrygvasonH71
Vinstru vengir
Rói Berg HansenFIF (DK)
Leivur MortensenH71
Rúni JoensenKÍF
Bakkar
Hans Eli SigurbjørnssonKÍF
Hilmar Leon JakobsenH71
Brandur HalgirssonAJAX (DK)
Jónas Gunnarsson DjurhuusFIF (DK)
Filip JojicVÍF
Teis Horn RasmussenHEI (DK)
Kjartan JohansenViking (NO)
Peter KroghH71
Vilhelm PoulsenH71
Høgru vengir
Allan NorðbergKA (ÍS)
Nicklas SelvigKÍF
Pætur ThomsenH71
Strikur
Helgi Hildarson HoydalViking (NO)
Rókur AkralíðHEI (DK)
Rógvi Dal ChristiansenKyndil
Pætur MikkjalssonH71

Sí eisini:

Filip vónar at kunna spæla fyri Føroyar skjótt