23 peningastovnar sigla vandasjógv

Danska fíggjareftirlitið heldur sera vakið eygað við 23 bankum og sparikassum í ríkinum, har ímillum einum føroyskum. Hesir í vanda fyri at fara út av eggini í 2013, sigur danska Fíggjareftirlitið. Meira enn 3. hvør peningarstovnur í danska ríkinum er rikin í so stórum váða, at teir eru í álvarsligum vanda, skrivar danska dagblaðið Politiken í dag. Tað skrivar Business-Line á heimasíðuni.

– Tað snýr seg um, at vit eru eru í iva um, hvørt forrætningsmodellini hjá hesum bankum eru haldbar. Um vit meta, at bankarnir taka ov stóra váða, sum skal staðfestast her og nú, vilja vit gera vart við hetta, sigur Ulrik Nødgaard, leiðandi stjóri í Fíggjareftirlitinum.

Fíggjareftirlitið hevur tað seinasta hálvaannað árið givið 23 bankum og sparikassum álvarsligt "påbud". Hesir 23 fíggjarstovnarnir eru so bundnir av trygdini hjá danska statinum, at teir eru í vanda at fara av eggingi í 2013, tá verandi statstrygdirnar halda uppat.

Danski tjóðbankastjórin, Nils Bernstein, sigur við Politiken, at høvuðsorsøkin til húsagangirnir í fíggjarvinnuni er vánaligt kreditthandverk í banka- og sparikassavinnuni.

Teir 23 bankarnir, ið hava fingið ávaring (påtale) frá Fíggjareftirlitinum eru hesir:

· Kreditbanken

· DiBa Bank

· J.A.K. Slagelse

· Basisbank (ved to forsk. inspektioner)

· Sparekassen Vendsyssel

· Aarhus Lokalbank

· Sparekassen Hvetbo

· Sparekassen Midtdjurs

· Ryslinge Andelskasse

· FIH Erhvervsbank

· Sparekassen Faaborg

· Stadil Sparekasse

· Den Lille Bikube

· Vordingborg bank

· J.A.K. Østervrå

· Spar Salling Sparekasse

· Totalbanken

· Sparekassen Farsø

· Cantobank

· Østjydsk Bank

· BRFkredit Bank

· Sparekassen Bredebro

· Nordoya Sparikassi

Les greinina í Politiken og allar frágreiðingarnar frá Fíggjareftirlitinum til teir 23 peningastovnarnar her