Macron: - Ætlanin hjá Ísrael í Gaza er ein vanlukka

Franski forsetin heitir á Ísrael um at sleppa sínum ætlanum og heldur arbeiða fyri einari vápnahvíld

Franski forsetin, Emmanuel Macron, heldur, at ætlaninar hjá Ísrael at taka eftirlitið yvir Gazabýi eru ein stór vanlukka.

 

- Israelsku ætlaninar fyri Gaza eru ein vanlukka - uttan samanbering, sigur hann sambært Reuters.

 

Emmanuel Macron mælir ísraelsku stjórnini til at steðga sínum ætlanum í stundini og at arbeiða fyri einari vápnahvíld í Gazageiranum.

 

Útsagnirnar hjá ísraelsku stjórnini um at taka ræðið yvir Gazageiranum hava møtt stórari mótstøðu í fleiri londum.