Hósvík
Tilsamans 48 fólk standa á bíðilista til grundøki í Hósvík.
Sunda kommuna hevur leingi arbeitt við eini útstykkingarætlan í Hósvík, har neyðugt hevur verið við ognartøku av lendi.
Heðin Zachariassen, borgarstjóri, ásannar, at hetta hevur tikið sína tíð, men nú líður so væl við teimum fyrstu 24 grundøkjunum, at fólk, sum ogna sær hesi, kunnu byrja at grava út eftir summarfrítíðina, samstundis sum kommunan ger sítt arbeiði við lendinum liðugt.
- Vit hava keypt eitt øki til sethúsabygging, sum er umleið 16.000 fermetrar, og tað er av hesum lendinum, at tey fyrstu 24 grundøkini verða klár seinni í summar.
Hann metir, at pláss verður fyri umleið 70-80 sethúsum tilsamans á teimum 16.000 fermetrunum.
Bílig grundøki
Grundøkini, sum Sunda kommuna nú ger klár til útgrevstur í Hósvik, eru millum 500 og 600 fermetrar stór, og tey verða seld fyri 220 krónur fermeturin.
- Hetta merkir, at grundøkini koma at kosta einar 100.000 krónur, og tá er alt íroknað – vegur, lendi og íbindingar.
Borgarstjórin ásannar, at hesi 24 grundøkini verða seld fyri minni enn tað, sum rópt verður kostprísur.
Hann dugir ikki at síggja nakra meining í, at fólk, sum seta búgv, einsamøll skulu gjalda fyri eitt nú vegin, sum bygdur verður til økini.
- Ein slíkur vegur verður brúktur av almenninginum, og tí síggi eg onga meining í at leggja allan kostnaðin á tey, sum seta føtur undir egið borð.
Ynskja tilflytarar
Heðin Zachariassen sigur, at alt bygdaráðið í Sunda kommunu ynskir, at fólk vilja seta búgv í felags kommununi, og tí verður eisini nógv gjørt fyri at gera umstøðurnar so góðar sum gjørligt.
Hann vísir á, at nýggjur barnagarður varð tikin í nýtslu í Hósvík í 2005, har pláss er fyri 58 børnum, og annars er tørvurin á barnaansing í kommununi sum heild nøktaður.
- Vit hava ongan bíðilista og hava ongan bíðilista havt, síðan kommunurnar løgdu saman, sigur borgarstjórin.
Barnaansingin í Sunda kommunu kostar umleið 16 miljónir krónur brutto um árið, og tá inntøkurnar eru drignar frá, sum foreldrini gjalda fyri ansingina, er talið, sum kommunan rindar, umleið 12 miljónir krónur.
- Vit halda, at góð barnaansing er ein treyt fyri trivnaði og vøkstri í kommununi, so hetta er væl farin peningur, sigur Heðin Zachariassen.