241 tilburðir við koronu í gjár

Í gjár vóru 241 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

454 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið.

 

Í løtuni eru 3.220 smittað við korona, 15 eru innløgd við korona, harav seks eru innløgd vegna korona, og 24 eru deyð við korona í Føroyum.