Kenda Instagram-síðan, 433, sum leggur ymisk sjónbandabrot út av fótbólti og hevur 7,9 milliónir fylgjarar, legði herfyri eitt sjónband út av einum máli hjá føroyska toppskjúttanum, Klæminti A. Olsen.
Málið, sum sæst á síðuni hjá 433, er eitt av teimum trimum málunum, sum hann skeyt í 8-0-stórsigrinum ímóti EB/Streymi 25. mei í fjør. Sigast má, at málið er væl umtókt, tí higartil hava heili 243.000 dámt sjónbandið á Instagram.
Málið sæst HER!