Nú ridlar meirilutin fyri at hækka pensjónsaldurin

Tað ljóðar, at minst fýra tingfólk úr samgonguni fara at atkvøða ímóti uppskotinum um at hækka pensjónsaldurin

Tað er í morgin klokkan 9:30, at tingfundur er, og har fyrsta mál á skránni er Løgtingsmál nummar 073/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri).

Hetta er uppskot hjá landsstýrinum, sum skal hækka pensjónsaldurin skjótari enn tað, sum lagt er upp til í verandi lóg um fólkapensjón frá 2018. Sambært galdandi lóg um fólkapensjón, so er samtykt, at pensjónsaldurin er 68 ár fyri fólk, sum eru fødd í 1963 og seinni.

Síðani stendur í stk. 2 í grein 4, at »Í 2025 og 5. hvørt ár eftir hetta verður gjørd útrokning sbrt. stk. 3, um fólkapensjónsaldurin skal tillagast fyri persón, ið er føddur eftir 31. desember 1962.

Stk. 3. Fólkapensjónsaldurin fyri persón, ið er føddur eftir 31. desember 1962 verður hækkaður, um so er, at miðallívstíðin sambært eini meting frá Hagstovuni fyri tey 65-ára gomlu seinastu 2 árini fer upp um lívstíðina í 2013-2014, ið var 85,5 ár. Lívstíðin verður gjørd upp sum eitt einfalt miðaltal fyri menn og kvinnur. Um lívstíðin er hægri enn 85,5 seinastu 2 árini, ásetur landsstýrismaðurin fólkapensjónsaldurin samsvarandi lívstíðini fyri tey 65-ára gomlu seinasta árið lagt afturat ein treytaður vøkstur í lívstíðini á 0,2 ár og frádrigið eitt fólkapensjónstíðarskeið á 18 ár. Avrundað verður niður til næsta hálva ár.«

Um pensjónsaldurin verður hækkaður eftir galdandi lóg um fólkapensjón, so kann tað í skjótast føri gerast soleiðis:

 

 

Pensjónsaldur

 
 

fødd í:

 
 

68,0

 
 

1963

 
 

68,5

 
 

1968

 
 

69,0

 
 

1973

 
 

69,5

 
 

1978

 
 

70,0

 
 

1983

 

 

Hetta vil landsstýrið broyta soleiðis, at vit hava 70 ára pensjónsaldur fyri fólk, sum fødd eftir 1. apríl í 1972.

Fakfeløgini eru í øðini um hetta lógaruppskotið – og tey hava í dag sent eina hvassorðaða yvirlýsing, har tey vísa á, at Aksel V. Johannesen, løgmaður og Javnaðarflokkurin hava vent fakfelagsrørsluni bakið, og flokkurin ikki kann vænta sær stuðul frá fakfelagsrørsluni eftir hetta.

– Tað er sum um, at bæði Tjóðveldi og Javnarflokkurin hava mist sambandið við livda lívið hjá fólki og eru blind fyri, at tey leggja stein oman á byrðu hjá øllum teimum, sum hvønn dag gera sína skyldu á arbeiðsmarknaðinum, skriva Verkafólk í yvirlýsingini.

– Tey, sum áttu at vart borg, svíkja. VERKAFÓLK átalar harðliga, at tað ikki verður lurtað eftir, at fakfeløg omaná fakfeløg mæla frá at hækka pensjónsaldurin á henda hátt, skriva tey.

Fakfeløgini í Verkafólk vísa eisini á, at politiska skipanin kvettir sambondini.

– Millum okkara limir merkja vit, hvussu hart hetta rakar, og fólk eru ill um, at so lítið atlit verður tikið til teirra, skriva tey.

– At tað er við einum javnaðarløgmanni á odda, at hetta verður trýst ígjøgnum, er greitt boð um, at løgmaður ikki hevur tørv á samstarvi og stuðli frá fakfelagsrørsluni. Tað er ikki fakfelagsrørslan, sum hevur vent løgmanni bakið, men heldur løgmaður og flokkur hansara, sum hevur vent fakfelagsrørsluni bakið. Hetta er veruleikin, nú 100 ár eftir, at fakfelagsfólk og onnur í hølunum hjá Havnar Arbeiðarafelag í 1925 stovnaðu flokkin, sum árið eftir gjørdist Javnaðarflokkurin, skriva Verkafólk.

Sum vit skilja á lagnum, so eru tað nøkur tingfólk, eini trý, úr Javnaðarflokkinum, sum fara at atkvøða ímóti. Eisini er minst eitt tingfólk úr Tjóðveldi, sum fer at atkvøða ímóti skilst millum fólk, sum fyglja væl við tí, sum fer fram í politisku flokkunum.

Hóast Bárður á Steig Nielsen hevur sagt á landsfundi hjá Sambandsflokkinum, at flokkurin er fyri at hækka pensjónsaldurin til 70 ár, so fer Sambandsflokkurin kortini at atkvøða ímóti. Tað sama gera Fólkaflokkurin og Miðflokkurin. Tí skulu bara tvey tingfólk úr samgonguni atkvøða ímóti, so fellir uppskotið.

Javnaðarflokkurin hevur havt kreppufund um málið seinnapartin, men ógreitt er, hvat flokkurin er komin til.

Men tað kann henda, at samgongan kemur í minniluta við uppskotinum um at hækka pensjónsaldurin. Hvat tað so fer at merkja fyri málið um Suðuroyartunnilin er óvist.

Men tað stendur á gomlum nøglum, tí fakfelagsrørslan kennir hetta sum eitt grovt álop á fakfelagsrørsluna og sigur, at hetta er tað sama sum at Javnaðarflokkurin kvettir sambandið við fakfelagsrørsluna.

Løgmaður kann sjálvandi velja at bíða við hesum málinum, og so kemur eitt val ímillum. Tá kann tað so verða Bárður á Steig Nielsen sum situr við svartaperi næstu ferð. Tí tað er munur á fólki, tá tey eru í samgongu og tá tey eru í andstøðu.