25.000 í bótum upp á 2 tímar

Tá løgreglan týsdagin 6.oktober gjørdi ferðslukanningar við Café Natúr í Havn, skrivaðu teir fyri í minsta lagi 24.500 krónur í bótum.

Omanfyri triðingurin av kannaðu sótu ikki í trygdarbelti.

Seinastu tíðina hevur løgreglan javnan verið úti á vegunum og gjørt ferðslukanningar, tær sokallaðu §13 kanningarnar.

Tá Løgreglan fyrradagin gjørdi kanningar uttanfyri Café Natúr á Áarvegnum og út móti Kongabrúgv, var tað ikki smávegis fongur.

Tilsamans kannaðu teir 115 bilar í tveir tímar, og útfrá hesum vóru 49 frágreiðingar skrivaðar.

Heili 41 av teimum 49, ella omanfyri triðingurin av øllum, vóru fyri ikki at sita í trygdarbelti.

Átta frágreiðingar vóru um manglandi koyrikort.

Tvey børn sótu ikki í rættari trygdarútgerð, meðan eitt barn sat leyst í einum vøruvogni.

Tvær ferðir vóru lyktirnar ikki í lagi, og tríggir bilførarar tosaðu eisini í fartelefon, meðan teir koyrdu.

Tilsamans er hetta 57 lógarbrot, og sostatt hevur onkur forbrotið seg meira enn einu ferðina.

Tá minsta bótin nú er 500 krónur, vil tað siga, at í minsta lagi eru bøtur givnar fyri 24.500 krónur upp á hesar báðar tímarnar.