Kinesisku myndugleikarnir hava hert trygdartiltøkiuni á Himmalska Friðartorginum í Bejing munandi, nú 25 ár eru liðin, síðani fleiri túsund mótmælisfólk doyðu undir einum álopi frá herinum.
Teir seinastu dagarnar hava nøkur minni mótmæistiltøk verið á torginum, men myndugleikarnir hava verið skjótir at spjaða tey mótmælandi, og nøkur teirra vórðu tikin.
Tað vóru yvirhøvur studentar, sum tóku lut í mótmælistiltøkunum í mai í 1989, har teir kravdu demokratiskar nýskipanir og størri politiskt frælsi. Í meiri enn ein mánað hildu mótmælini fram, og tann 3. juni mistu myndugleikarnir tolið og sendi alvápnaðar hermenn við stríðsvognum ímóti teimum mótmælandi.
Dagin eftir var torgið oyðið, men hvussu mong høvdu latið lív har og aðrastaðni í býnum, veit eingin við vissu. Metingar siga, at talið var millum 2.000 og 3.000.
Tær seinastu vikurnar hevur kinesiska løgreglan tikið fleiri tíðindafólk, løgfrøðingar og onnur. Sambært Amnesty International er talan um 66 fólk. Samstundis hava myndugleikarnir hert eftirlitið við fjølmiðlunum, eins og teir hava sett ymsar avmarkingar í verk á alnótini.