25 ár síðani Føroya størsta rán

Í hesum døgum eru liðin 25 ár síðani, at tríggir mans rændu góða hálva millión krónur frá Sjóvinnubankanum

Í hesum døgum eru liðin 25 ár síðani, at tríggir mans rændu góða hálva millión krónur frá Sjóvinnubankanum.

 

Tað var hósnáttina 14. juni í 1990, at tríggir mans brutu inn í deildina hjá Sjóvinnubankanum á Oyrarbakka, har teir við skeribrenna brutu seg inn í stóra pengaskápið og stjólu góða hálva millión krónur.

 

Politiið stóð púrasta á berum. Eftir á staðnum stóð ein skeribrennari við tveium ilt- og gassfløskum, sum tjóvarnir høvdu stolið frá Gjáarsmolti á Eiði.

 

Gjøgnumbrotið í kanningararbeiðinum kom ikki, fyrr enn Elgeir Olsen á Bilútleigan í Havn ringdi til politiið og bað teir koma at kanna nakrar lakkspønir, sum hann hevði funnið í viðførisrúminum.

 

Í VikuskiftisSosialinum greiðir Elgeir Olsen frá, hvussu hann kom fram til, at spønirnar í bilinum sum hann hevði leigað einum manni, stavaðu frá júst teimum ilt- og gassfløskunum, sum tjóvarnir høvdu latið staðið eftir uttan fyri bankan á Oyrarbakka.

 

Allir tríggir tjóvarnir vórðu handtiknir leygardagin eftir ránið, og Føroya størsta rán varð avdúkað av einum bilútleigara í Havn.

 

Men Elgeir Olsen fekk onga finningarløn frá Sjóvinnubankan. Hann fekk ikki so frægt sum eina tøkk.

 

Lesið meira í Sosialinum – her