25 - betri og bíligari

Fólkaræði er eitt pluss-orð. Tað minnir um "gleði" ella "sólskin". Men fólkaræði snýr seg ikki bara um umboðan - tað snýr seg eisini um at taka avgerðir. Og vit taka ikki 33 avgerðir í hvørjum máli. Vit taka eina - og hana tekur meirilutin. Meirilutin av 25 fer ikki at taka verri avgerðir enn meirilutin av 33

Tann ótroyttiliga eldsálin Zakarias Wang gav fyri jól út bókina Deyðans Stuðul hjá afrikanska búskaparfrøðinginum Dambisa Moyo í føroyskari týðing.
Fólk eiga at lesa bókina.
Tey, sum halda at meira blokkstuðul er vegurin at ganga, fáa innlit og vitan sum kundu fingið tey at broytt hugsan. Tí høvundurin grundgevur sannførandi fyri, at stuðul ikki lívgar – hann drepur.
Og tað er jú rættiliga ókorrekt at siga upp í andlitið á ST og stjórnunum í heimsins framkomnu londum og celebritetum sum Bob Geldof og Bono og øðrum, sum fríðka um sítt umdømi við at agitera fyri "menningarhjálpini", ið framvegis ikki hevur ment nakað land.
Men Dambisa Moyo tekur eisini eitt annað tabu fram í bókini.
Hon sigur at "Í einum fullkomnum heimi er tað, sum fátæk lond hava brúk fyri, ikki fólkaræði við fleiri flokkum, men ein avgjørdur, vælviljaður einaræðisharri, sum megnar at trýsta ígjøgnum tær umbøtur, sum skulu til fyri at fáa vinnulívið gongd”. Altso: At fara hurrandi undir val, áðrenn menningin er komin væl áleiðis, er uppskrift uppá vanlagnu.
Vit skulu ikki hava einaræði í Føroyum. Tað heldur Dambisa Moyo nú heldur ikki, at tey skulu hava í Afrika. Men hon torir í síni djørvu bók at viga effektivitet upp ímóti fólkaræði. Kann tað hugsast at vera so, at hevur tú ov nógv fólkaræði, so fært tú kanska eitt sindur minni av effektiviteti? Og hvør er tann rætta javnvágin?
Tað er tað kjakið, sum Bjørn Kalsø, Magni Laksáfoss og eg havi sett hol á við uppskotinum um 25 tingfólk.

Blokkeringar
Tað er eitt sindur ringt at tosa um hetta, tí blokkeringar koma í kjakið. Fólkaræði er jú blivið eitt pluss orð. Tað gevur næstan somu hugasambond sum "semja" ella "gleði" ella "sólskin". Fólkaræði er, pr. definitión, tað góða og tað rætta. Jú meir, jú betri, er blivið potað niður í okkum.
Tann, sum dittar sær at spyrja um tað er effektivt og hvat fólk fáa fyri pengarnar – hann rennir seg í eitt argumentatiónstekniskt uppercut: Tað má ikki skarvast burturav fólkaræðinum!
Men vit hava umboðandi fólkaræði, og vit mugu semjast um eitt tingmannatal, sum er eitt sindur ódemokratiskt. 50.000 tingfólk er ov nógv. Eitt tingfólk er ov lítið.
Vit eru lend á 33.
Eg havi onga grundgeving sæð fyri hesum talinum. Heldur ikki tey, sum farnu dagarnar hava kritiserað uppskotið um 25 tingfólk hava grundgivið fyri, hví 33 er júst tað rætta.
Hetta er ein onnur føst mekanisma í politiskum kjaki: Tann sum vil broyta, skal argumentera fyri broytingini – men tann, sum vil varðveita, nýtist ikki at grundgeva fyri tí. Vit hava lyndi til at góðtaka, at tingini eru, sum tey eru – bara tí at tað er soleiðis, tey eru.

33 fólk - men ein avgerð
Vit, sum seta uppskotið fram, kunnu heldur ikki, reint matematiskt, grundgeva fyri, at 25 er rætta talið.
Men okkara royndir siga, at 33 er óneyðuga nógv.
Umboðanin verður eitt sindur minni við 25. Men tað er ein misskiljing, at fólkaræðisins einasta endamál er stór umboðan í parlamentinum.
Fólk í Føroyum fáa nógv í at velja tá, val er – men ógvuliga sjáldan fáa tey tað, sum tey velja. Vit hava skapt eina illusión um, at hava vit nógv tilboð, so fær hvør sítt. Tað er bara ikki so.
Seinna helvt av orðinum fólkaræði – er ræði. Tað snýr seg um leiðslu. Um at taka avgerðir.
Og vit taka ikki 33 avgerðir í hvørjum máli. Vit taka bara eina avgerð, og hana tekur meirilutin. Og eg dugi ikki at ímynda mær, at meirilutin av 25 fólkum fer at taka verri avgerðir enn meirilutin av 33 fólkum.
Løgtingið kann avrika akkurát tað sama við 25 fólkum. Og eg rokni við at 25 fólk gevur betri gjøgnumskygni, betri disiplin, betri ordan, betri arbeiðsumstøður hjá tí einstaka tingliminum, størri virðing fyri tinginum, størri sjálvsvirðing hjá tingfólki.
Eg kann ikki prógva nakað av hesum. Eingin kann nakrantíð prógva akkurát hvørja ávirkan ein broyting fer at hava. Men royndirnar við 33 fólkum siga, at tað er óneyðuga nógv.
Eingin rødd verður heldur kvald fyri tað, um vit taka átta tingfólk burtur. Vit hava frælsar fjølmiðlar sum geva øllum atgongd, vit hava nógv alment kjak og vit hava hoyringar um lógaruppskot.
Tað er ongastaðni í verðini so lætt at fáa síni sjónarmið fram, sum í Føroyum.
Vit hava eisini sera stuttan tein millum vald og veljarar. Eisini við 25 tingfólkum fara vit at hava fleiri politikarar fyri hvønn íbúgva, enn flest onnur heimsins lond.

Rationalisering - ella meiri skattur
Tann fíggjarligi parturin av uppskotinum skal ikki gerast til einkis.
Lønir og tænastur og pensiónir til átta tingfólk er ikki so øgiliga lítið. Tað er ein góð sparing.
Men hóast vit IKKI spara pengarnar kunnu teir brúkast betur í sjálvum tinginum. Fólkaræði snýr seg ikki bara um kvantitet, men eisini um kvalitet. Og nýttu vit teir spardu pengarnar til at bøta um umstøðurnar hjá teimum 25, sum verða eftir, so bleiv dygdin á tingarbeiðinum betri.
Eftir mínum tykki eiga umstøðurnar at verða bøttar - og tað kostar altso nógv meira at bøta um hjá 25 enn hjá 33.
Annars er at siga, at tað í slíkum málum altíð er eitt av tveimum: Antin rationalisera vit – ella spenna vit skattakorsettið fastari um kroppin á okkara skattgjaldarum. Og tað korsettið er ivaleysa fast spent sum er.
Tann, sum ikki vil rationalisera, skal grundgeva fyri, hví meiri skattur er betra loysnin.
Vit skulu í hesum máli finna eina javnvág millum dygd, gjøgnumskygni, effektivitet, kvantitet og prísin.
Tann sum heldur, at 33 tingfólk geva røttu javnvágina, skal grundgeva líka væl fyri tí, sum vit ið halda, at 25 hevði verið betri.

Atfinningar
Fleiri atfinningar hava verið ímóti uppskotinum. T.d. at hetta skal bíða, tí ein nevnd er sett at arbeiða við uppskoti um nýggja vallóg. Men júst talið á tingfólkum er eingin so væl fyri at áseta, sum vit, sum sita á tingi. Tað eru bara vit sum av egnum royndum kunnu siga, hvat eitt hóskandi tal er.
Tað hevur eisini verið sagt, at eg, Magni Laksáfoss og Bjørn Kalsø ikki áttu at sett hetta fram sum stakir tingmenn. Teir báðir áttu at havt samgonguna við sær - eg átti at havt flokkin við mær. Men um nakað fellur uttanfyri flokspolitikk, so má tað vera hetta.
(Annars setti ein samdur tingbólkur hjá Tjóðveldinum í 2009 fram uppskot um lækka tingmannatalið niður í 25. Mítt krav fyri at vera við í hesum uppskotinum var, at talið bleiv tað sama, sum Tjóðveldi skjeyt upp í 2009).
Men størsta atfinningin hevur snúð seg um fólkaræði. Vit gera okkum inn á fólkaræðið, og máa støðið undan tí, verður sagt.
Tí kundi verið hóskandi at spurt, um tey, sum eru so hart ímóti hesum uppskotinum, munnu fylgja fólksins vilja...?