Nú árliga fólkatónleikarastevnan fer út at ferðast, fara eini 25 fólkatónleikarar í dag til Hattarvíkar, har tey fara at undirhalda í kvøld Eins og undanfarin ár vitjar árliga fólkatónleikarastevnan eisini smáplassini kring landið. Rundferðin byrjar í dag, tá 25 fólkatónleikarar fara til Hattarvíkar, har tey fara at spæla, dansa og undirhalda í skúlanum.
- Fólkatónleikarastevnan er altið serliga væl móttikin á smáplássunum, so vit gleða okkum til eitt gott upplivilsi saman við teimum, sum búgva har, sigur Kristian Blak, formaður í Føroya Fólkatónleikarafelag.
Hann leggur afturat, at ferðalagið, sum nú fer til Hattarvíkar telur ikki færri enn 40 fólk, meðan tey verða heili 50 fólk, tá leiðin gongur til Mykinesar mánadagin
Ein ørgrynna av konsertum og dansitiltøkum verða á skránni kring alt landið næstu dagarnar, nú árliga Fólkatónleikarastevnan er farin av bakkastokki