250 milliónir bingjur verða fluttar um heimshøvini um árið

Frá 2008 til 2022 eru í miðal mista 1.566 bingjur á heimshøvunum.

 

Tey rudda við fullari ferð á strondini við Jammerbugt í Norðurjyllandi í Danmark, eftir at eitt Mærsk-farmaskip misti 46 bingjur í havi í ódnini Pia. - Foto: Claus Bjørn Larsen/Ritzau Scanpix

Arbeiðið við at rudda upp køliskáp, kompressarar, skógvar og kanylur á donsku strondunum við Jammerbugt í Norðurjyllandi heldur fram í dag.

Góðsið er frá Mærsk-farmaskipinum Mayview Maersk, sum tollaksmessunátt misti 46 bingjur í Skagerrak.

Her kanst tú lesa um, hvussu nógvar bingjur í heiminum verða mistar í heimshøvini um árið:

* Í tíðarskeiðnum frá 2088 til 2022 eru sambært felagsskapinum World Shipping Council í miðal mistar 1.566 bingjur í havið um árið.

* Tølini eru ymisk ár um ár. Í fjør vórðu 661 bingjur mistar, meðan talið í 2020 var næstan 4.000 bingjur.

* Tølini skulu samanhaldast við, at tað á hvørjum ári verða fluttar út við 250 milliónir bingjur á heimshøvunum.

* Ein tann størsti misurin av bingjum í nýggjari tíð var í 202, tá japanska bingjuskipið One Apus misti 1800 bingjur í eini ódn í Kyrrahavinum.

* Tað eru bara missir av bingjum við vandamiklum ella dálkandi innihaldi, sum skal fráboðast. Tað merkir, at tað er eru helst stór myrkatøl fyri talið av bingjum, sum til samans verða mistar í havið.

* Strandað góðs eigur eigarin sambært lógini. Tí er tað stuldur, um tú tekur strandað góðs av strondini.

Keldur: World Shipping Council, Strandfoged.dk.

/ritzau/

 

Tey rudda við fullari ferð á strondini við Jammerbugt í Norðurjyllandi í Danmark, eftir at eitt Mærsk-farmaskip misti 46 bingjur í havi í ódnini Pia. - Foto: Claus Bjørn Larsen/Ritzau Scanpix