25000 Jehova Vitni savnað á leikvølli

Um vikuskiftið hava Jehova Vitni havt stevnu á Brøndby Stadion í Danmark

Um vikuskiftið hava 25.000 limir í trúarfelagsskapinum Jehovas Vitni verið á stevnu í Danmark. Í gjár savnaðust tey mongu fólkini á fótbóltsleikvøllinum hjá Brøndby í høvuðsstaðarøkinum. Á skránni var felagssangur, fyrilestrar og dópur. 

TV2 skrivar, at umleið 7000 fólk úr útlandinum vóru við á stevnuni. Samanlagt hava Jehovas Vitni umleið 8 milliónir limir kring heimin. Ein lítil bólkur av mótmælisfólkum gjørdi eisini vart við seg. Fólk, sum eru farin úr Jehova, mótmæltu, at Jehovas Vitni er viðurkendur sum trúarfelagsskapur. Tey halda, at Jehovas Vitni venda sær í móti fólki, sum fara úr trúarrørsluni, og at tey ikki virða trúarfrælsi. Jehova Vitni eru eisini virkin í Føroyum.