26 kinesiskir fiskimenn, sum hava verið gíslar hjá somaliskum sjórænarum síðani í desember í 2010, vórðu fríaðir í gjárkvøldið. Tað upplýsir uttanríkisráðið í Beijing.
Teir kinesisku fiskimenninir vóru við einum taiwanskum trolara, sum sjórænararnir tóku, og taiwanska stjórnin hevur verið við í samráðingum millum teir kinesisku myndugleikarnar og sjórænararnar. Tað er ikki greitt, um Kina hevur keypt gíslarnar leysar, og kinesiska stjórnin vil ikki greiða nærri frá umstøðunum.
Fiskimenninir eru nú umborð á einum kinesiskum herskipi, sum skal seta teir í land í Tanzania, haðani teir fara til hús. Kina hevur havt herskip í Aden-víkini og úti fyri somalisku strondini síðani 2008.