Eftir ætlan verða 26 nýggj grundstykki klár í Norðagøtu í næsta ár. Tað boðar Eysturkommuna frá, eftir at kommunan hevur skrivað undir avtalu við byggivirkið Kanjon um útstykking.
Økið, sum skal útstykkjast, er umleið 20.000 m2 til støddar og liggur innan fyri núverandi Eyðargøtu, ið er brekkan frá vegnum við Ánna niðan til Torbjarnargøtu í Norðagøtu.
Kommunan boðar frá, at farið verður eftir ætlan í gongd við útstykkingina fyrst í september, og at grundstykkinin skulu vera klár í juni í 2020.