- Vit hava leingið tosað um løgnu støðuna í føroyskum politikki, har vit umframt vinstru og høgru hava loysing samband. Nú er føroyskur politikkur 3 dimensionellur. Nú hava vit eisini verðsligt og kristið - Kanska verður tað til ein sang, sum eitur “Føroyskur politikkur, nú í 3D”, sigur Niels Arge Galán oddamaður í rokkbólkinum 200, sum fríggjakvøldið í komandi viku spælir á Nýggjárskonsertini.
Í fjør millum jól og nýggjár meldaði 200 hvalvíksprest Mogens Thilsted Christensen fyri háðan av samkyndum. Løgreglan avvísti málið, tí hon ikki metti úttalilsini hjá presti verða brot á nakra lóg. Nú hevur Løgtingið skoytt kynsliga sannføring upp í 266B, so støðan hevði møguliga verið ein onnur. Hvalvíksprestur sigur eisini sjálvur, at hann ikki hevði skrivað nógv umrødda lesarabrævið, hevði kynslig sannføring verið í 266B. Niels Arge Galán metir avgerðina hjá Føroya Løgtingi vera eitt sera týdningarmikið stig frameftir fyri Føroyar.
- Støðan við 266B í Føroyum er akkurát sum Muhammed kreppan, sum Danmark kom í. Í kreppuni um tekningarnar av Muhammed í Jyllandsposten, vóru tað fundamentalistiskir muslimar, sum mótmæltu, í Føroyum eru tað fundamentalistisk kristin. Teir fátøku muslimarnir reageraðu við at brenna ambassadur niður, í Føroyum reagera tey við at taka seg úr flokkum og savna undirskriftir inn, sigur Niels Arge Galán og heldur fram:
- Man segði, at orsøkin til, at alt gekk so galið í Muhammed kreppuni, var at hesi fólkini manglaðu reformatiónina – Hetta tað sama í Føroyum, her manglar ein politisk reformatión.
Hann heldur, at málið um 266B hevur verið drúgt og sera spennandi at fylgt við íog sjálvt um, tað sær út sum um málið ikki heilt er liðugt enn, so hevur hetta verið sera týdningarmikið, heldur hann.
Spurdur um politiska rokið í løtuni fer at ávirka framførsluna á Nýggjárskonsertini, sigur Niels:
- Eg fari at brúka illa kjaft um tað, men vit fara neyvan at hava nakað nýtt lag, tí vit hava ikki verið saman í sangskrivara mode, síðan vit gjørdu Graceland.
Niels greiður frá, at Nýggjárskonsertin hevur eina serliga støðu fyri teir. Tí 200 hevur ongantíð spælt Nýggjárskonsert áður.
- Hetta var tann heilt stóra konsertin, tá vit vóru lítlir. Tá vit spældu í Mold royndu vit ofta at spyrja um vit kundu spæla har, men tað sluppu vit ongantíð. So tað verður eitt sindur stuttligt at royna tað, sigur Niels Arge Galán.
Umframt 200 spæla The Dreams, The Story Ends, Sic og DJ Switch á konsertini, ið verður í Høllini á Hálsi fríggjakvøldið 29. desember. Tað er Kyndil, ið skipar fyri Nýggjárskonsertini og Føroya Tele er høvuðsstuðul. Atgongumerki fáast í Telebúðum kring landið.