266b og tolsemi eru mótsetningar

Gangi út frá at Annita á Fríðriksmørk sipar til mín tá hon í grein týsdagin tosar um fólk, sum hava gingið fremst fyri 266b, og nú ganga fremst ímóti somu lóg. 

Nu haldi eg einki galið vera í at justera sína meining viðhvørt - men tað havi eg ikki gjørt í hesum føri. Fer hon at leita sær Annita, at eg longu 2010 segði við Dimmalætting, at eg var skeptiskur móti hesi lóg, tí hon "gekk talufrælsinum nóg so nær".

Annita vil hava lógina verandi, tí "søgan sigur okkum at húðalitur, tjóðareyðkenni, etniskur uppruni, trúgv og seksuell orientering eru eyðkenni, sum hava verið forfylgd enntá til deyðis." Leivur Persson vísir í viðmerking á tað sama.

Og rætt hava tey. Men hetta er hent og hendir í londum, sum IKKI hava fult talufrælsi!

Tað var IKKI talufrælsi í Nazitýsklandi. Ella Sovjet. Ella Kina. Tað er IKKI talufrælsi á Cuba. Ella í Uganda.

Vit kunnu ikki verja okkum móti tí, sum hendir í londum við ongum talufrælsi, við at avmarka okkara talufrælsi. Vit skulu gera tað øvuta: Vit skulu lata orðið verða púra frítt!

Tað er ikki LOYVT alment at verja samkynd í Uganda. Tað er ikki LOYVT alment at verja dissidentar á Cuba. Tað var ikki LOYVT at verja jødar í Nazitýsklandi.

Tað fría orðið var og er ikki trupulleikin. Vanlukkurnar henda, har orðið IKKI er frítt.

 

Tolsemi vent á høvdið

Leivur Persson skrivar, at "fólkaræði mennist tá tað svarar ótolsemi við tolsemi" - og tí heldur hann, at 266b ikki skal rørast.

Hesum skilji eg einki av. Tí 266b snýr seg ikki um tolsemi. Tolsemi er jú at tolerera tað, einum ikki dámar. Við 266b verður hetta vent á høvdið. Sambært 266b er tað at vera tolerantur at tiga við tí, sum onnur kunnu blíva stoytt av.

Eftir álopið í París tóku nógv til sitatið eftir Voltaire sum segði: "Eg eru ósamdur við tí tú sigur - men eg vil doyggja fyri tín rætt til at siga tað". Men eisini hesum koppar 266b á høvdið. Tí við hesi lóg kann mann siga: "Eg kenni meg særdan av tí, tú sigur - og tí skalt tú tiga við tí. Og vissi tú ikki tigur, skalt tú í geglið fyri tað!"  

Og minnist til: Øll eru ikki líka erkvisin. Summi tola nógv av - onnur vera særd av næstan ongum. Kriteriiini eru ikki og kunnu ikki vera objektiv. Og júst tí kunnu ávísir bólkar við lógini vinna sær ein status sum ger, at øll onnur mugu taka atlit til júst teirra kenslur.

 

Frælsið kann særa

Fleiri vísa í kjakinum á, at tað fría orðið kann særa. Tað er rætt. Talufrælsi má ikki síggjast sum ein rættur til at háða onnur - tað skal síggjast sum ein ábyrgd.

Øll kenna tíverri ikki hesa ábyrgd. Men tað merkir ikki, at vit skulu skerja fría orðið! Fría orðið er eitt amboð - og í einum frælsum landi mugu fólk sleppa at nýta hetta amboð sum tey halda, at tað skal nýtast. Landsins orðaskifti má endurspegla landsins mentan, hugburð og vitanarstig.

Summi halda tað vera ørkymlandi at síggja frælsar borgarar nýta sítt frælsi - og tí fara tey at tosa um, hvussu nógv frælsi vit tola. 266b er eitt úrslit av hesum. Við hesi lógini flyta vit okkum inn á eitt øki, har frælsi ikki ræður. Í staðin verður spurningurin, hvussu nógv tað skal skerjast. - Altso hvussu nógvum ófrælsi, vit kunnu liva við.

Vit kunnu samanbera við atkvøðurættin. Eg haldi tað vera ræðandi, at flokkar á ytsta høgravonginum nú vaksa fram í ávísum europeiskum londum. Eftir mínum tykki misnýta fólk atkvøðurættin, tá tey atkvøða fyri hesum flokkum.

Men svarið er ikki at avmarka atkvøðurættin. Tí so avmarka vit tað frælsi, vit byggja á.

Fólkaræðið er ein uppgáva hjá hvørjum einstøkum. Vit sleppa ikki undan hesi uppgávu við at kriminalisera tað, okkum ikki dámar.

 

Signallóg

Annita sigur, at 266b er ein signallóg. Men hon er har. Hon kann nýtast. Og var hon galdandi í verandi líki, tá stóra kjakið um at fáa samkynd inn í lógina var uppi, so hevði onkur kunnað blivið dømdur fyri tað.

Endamálið hjá teimum sum stevndu ein prest mitt í rokinum, var júst at vísa á, at presturin ikki kundi dømast fyrr enn samkynd vóru umfatað av lógini.

Eg sigi fyri meg: Mær dámdi lítið nógv av tí, sum tá bleiv sagt um samkynd. Men samstundis haldi eg tað hevði verið heilt forferdiligt, um onkur tá hevði endað í geglinum fyri at siga sína meining.

Tá høvdu vit eitt púra frítt kjak. Og tað flutti nógv. Hevði tað verið ólógligt at siga tað um samkynd, sum summi søgdu, høvdu tey ikki sagt tað. So hevði kjakið ikki verið opið - og so hevði tað heldur ikki flutt so nógv.

 

Sum eg havi sagt: So leingi 266b er har, skulu samkynd vera partur av lógini. Men tað besta fyri allar partar hevði verið at strikað hana.