269 minuttir um fyrsta málið

Í seinasta minuttinum av vanligu leiktíðini eydnaðist suðurafrikanska Óbi at skjóta fyrsta B36-málið í ár. Í einum tomum dysti var hetta nóg mikið til trý stig

Fótbóltur

»Óbi-skriviligur lætti« Soleiðis skrivaði heimasíðan hjá B36 sunnudagin. Og einki er at ivast í, at stórur álvari liggur handan orðaspælið.
Óbi var nevnliga maðurin, sum endaði málturkin hjá B36, sum altso skuldi gerast 269 minuttir, áðrenn fyrsta landskappingarmálið 2005 gjørdist veruleiki.

Dyrgdu eftir javnleikinum
Undan hesum høvdu áskoðararnir í Gundadali verið vitni til ein fótbóltsdyst av tí heilt linliga slagnum. Ein dyst, har gestirnir fyri tað mesta tóktust nøgdir um málleysan javnleik, og har vertirnir í alt ov lítlan mun megnaðu at vísa, at tað vóru teir ikki.
Gestirnir stillaðu upp í eini varisligari 4-5-1 uppstilling, har Sorin Anghel var einsamallur á toppinum. Fyrst og fremst, so hevði hetta við sær ein yvirfólkaðan miðvøll, har B36 hevði ilt við at spæla seg ígjøgnum, og har kantarnir fyri tað nógva vóru væl bakkaðir upp. Álopsparturin var so fyri tað mesta latin yvir til Sorin Anghel, tó at hesin viðhvørt fekk hjálp frá driblisnildunum hjá Hans Paula Samuelsen.
Og sum heild riggaði spæliætlanin hjá EB/Streymi eisini. B36 var kanska liðið, sum hevði bóltin meira, men møguleikar gjørdist talan at kalla ikki um. Fyrsta veruliga royndin kom heldur fyrr enn um miðjan hálvleikin, og so er kanska skilligt, at tosað hevur verið um álopstrupulleikar hjá B36.

Steindeyður miðvøllur
Her vónaðu tey í B36 annars, at tey høvdu funnið loysnina við suðurafrikanska Óbi, men sunnudagin var hesin í øllum førum settur á beinkin. Ístaðin var álopsparturin so mannaður við Bergi Midjord og Eyðun Højgaard á hvør sínum kanti, meðan Allan Mørkøre so hevði heldur óvanda leiklutin sum center-forward.
Kropsliga er Allan ein leikari, sum kann megna hendan leiklutin, men hesaferð var í øllum førum sera avmarkað, hvat hann hevði at arbeiða við. Hóast B36-miðvøllurin telir nakrar av sterkastu miðvallarunum í landinum, so var ófatuliga lítið, sum hesir fingu á skaftið. Ingi Højgaard og Mikkjal Thomassen fingu lítið annað enn alibi-líknandi bóltflytingar burturúr, og Fróði Benjaminsen í einum framrættaðum leikluti var alt ov lítið íblandaður spælinum.
Størsti trupulleikin í hesum var helst vantandi sjálvsálit. Eftir at teir aftur í ár hava styrkt um B36-liðið, var ein topp-plasering kravið frá áskoðarunum, og tá hendan ikki er komin enn, setur tað eisini merki í hópin. Tað gav útslag í, at alt ov fáir leikarar bjóðaðu seg til. Framdriftin í spælinum var at kalla eingin, og skipað spæl niðan eftir kantunum, sum eru so týdningarmiklir í eini 4-3-3 skipan, var at kalla als ikki til.

Stóratá úr Suðurafrika
Hjá EB/Streymi tóktust leikararnir hinvegin at trívast fínt, sum dysturin leið. Í royndunum at leggja størri trýst á fór B36 eftir steðgin at flyta fólkið longur niðan á vøllin, og hetta mundi kostað. Fyrst var Anghel nær við, eftir at hann hevði snarað seg ígjøgnum B36-verjuna, og løtu seinni varð Jákup Mikkelsen kroystur at fremja dagsins bjarging, tá Egil á Bø var fyrstur á innleggi úr vinstru, men nærri enn hesum komu gestirnir altso ikki.
Millum hesar hevði B36 sín besta møguleika, tá Allan Mørkøre stútaði innlegg tvørtur um málið, og eina løtu tóktist dysturin at opna nakað. Hetta dovnaði tó skjótt aftur, og alt tóktist enda við javnleiki.
Fram til seinasta B36-álopið í dystinum, tá innskiftu spælararnir hjá B36 fingu høvuðsleiklutin. Allan Mørkøre sendi út til Levi Hanssen, og tá hesin sendi innfyri, var Óbi fyrstur á við stórutánni. Eftir 269 minuttum hevði B36 soleiðis skorað fyrsta málið, og hjá árstalsfelagnum við teimum stóru vónunum mundi hetta kennast, sum ein Óbi-skriviligur lætti.