Hetta fer at viðføra, at nú kann SSL lata Teistan sigla hvønn týsdag og hósdag kl. 10 úr Klaksvík árið runt. Hesir túrar eru hægsta ynski hjá kalsingum og ferðaaktørum at fáa settar í verk.
Flestu eru samd um, at skilabest er við fleiri túrum hjá Teistanum gjøgnum dagin, so talið á ferðandi kann javnast nakað út yvir dagin og allar dagar í vikuni. Soleiðis at bussar og onnur móttøka á oynni kann svølgja tilgongdina. T.d. at sigla kl. 12 og 14 úr Klaksvík og minka loyvda ferðafólka- og bilatalið ávísar túrar.
Somuleiðis eru flestu samd um, at ein væl skipað bussleið í oynni viðførir, at ferðandi heldur velja hesa loysnina enn at taka bilin yvirum. Bussleiðin má eisini økjast við túrum millum bygdir - og ikki bara ísamband við túrar hjá Teistanum. Hetta vil viðføra, at vitjandi klára at vitja fleiri støð í oynni.
Feskastu hagtølini hjá Strandferðsluni á Kalsoyarleiðini sjóvegis og á landi síggjast niðanfyri:
##med2##
##med3##